Lógir felagsins

Grein 1.

Navn felagsins er Norðdepils/Hvannasunds Róðrarfelag, endurstovningardagur var 11. mai 2002. Heimstaður felagsins er í Hvannasunds kommunu, og postbústaðurin er hjá formanni felagsins.

Grein 2.

Endamál felagsins er at geva fólki, serliga í Hvannasunds kommunu, møguleika at rógva kapp, menna og vekja áhuga fyri kappróðri. Somuleiðis skal felagið arbeiða fyri, at umstøður gerast fyri øðrum felagstiltøkum, í menna samanhald limanna.

Grein 3.

Limur kann ein og hvør gerast, ið hevur aldur - og hevur áhuga fyri kappróðri. Limagjaldi fyri hvørt árið verður avgjørt á hvørjum ársaðalfundi.

Grein 4.

Árligi ársaðalfundurin skal vera hildin í Apríl mána, á hvørjum árið.

Aðalfundurin verður fráboðaður við almennari lýsing, helst í fjølmiðilunum, í minsta lagi 8 dagar frammanundan.

Eyka-aðalfundurin verður innkallaður, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá 8 limir krevja tað. Mál til eyka-aðalfundin skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar áðrenn fundin. Àrsaðalfundurin skal lýsast við hesi skrá:

  1. Frágreiðing frá nevndini frá farna ári.
  2. Framløga av granskoðaum roknskapi.
  3. Val av nevndar - og 2 eykalimum.
  4. Val av grannskoðara.
  5. Àsetan av limagjaldið.
  6. Innkomin mál.
  7. Ymiskt.

Mál sum koma undir punkt 6, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin .

Grein 5.

Allar vanligar avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta.

Til broyting av lógum felagsins krevst tó, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

Grein 6.

Nevndin skipar fyri dagliga rakstri felagsins. Nevndin telur 5 limir og harumframt 2 eykalimir.

2 nevndarlimir verða valdir annahvørt ár, og 3 annahvørt ár. Eykalimir verða valdir á hvørjum ári.

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimi. Nevndin førir gerðabók.

Grein 7.

Við keyp/sølu ella panseting av fastari ogn krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanninum.

Grein 8.

Aðalfundurin kann koyra lim úr felagnum, um hann skyldar limagjald fyri meir enn tvey ár, ella hann mótarbeiðir felagnum.

Grein 9.

Felagið skal vera limur í ÌSF og RSF og bindur seg at fylgja endamáli og lógum teirra.

Grein 10.

Ongin eigur at sleppa at rógva kapp í bátum felagsins uttan so, at hann fyrst gerst limur í felagnum.

Grein 11.

Felagið skal eftir førimuni gjalda ferðaútreislur fyri róðrarfólkið.

Grein 12.

Til avtøku av felagnum krevst, at innkallað verður til eyka-aðalfundar við bert hesun máli á skránni. Eyka-aðalfundur verður inkallaður á sama hatt sum til aðalfundin. Tað krevst, at 2/3 av limum felagsins møta og atkvøða fyri at avtaka felagið. Møta 2/3 av limunum ikki á fráboðaða eyka-aðalfundinum, innkallar nevndin til nýggjan eyka-aðalfund við 8 daga freist, og er hesin undir øllum førum viðtøkuførur, og verður avgerðin tikin við vanligum meiriluta. Eftir at felagið hevur goldið hvørjum sítt, avgerð aðalfundurin hvat skal gerast við ognir felagsin.

Soleiðis samtykt á aðalfundi hjá Norðdepils/Hvannasunds Róðrarfelag 30. apríl 2005.